Formaðurin varð viðgjørdur

Uppskotið hjá Unga Sambandinum um at skifta út formannin í Sambandsflokkinum varð viðgjørt á heystfundi Sambandsfloksins leygardagin.

Hetta váttar Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum. Men Edmund Joensen sigur samstundis, at hetta uppskot ikki fekk undirtøku millum fundarluttakararnar.

Michael Jensen, formaður í Unga Sambandinum, vísir á, at fundurin ikki atkvøddi um uppskotið. Tí heldur hann ikki, at Edmund Joensen kann siga, at tað ikki fekk undirtøku.

? Vit hava boðað frá, at vit stuðla Edmund Joensen til næsta landsfund, men at vit tá vilja hava nakað nýtt at henda í flokkinum. Vit halda, at formaðurin skal skiftast út, og okkara boð til nýggjan formann er Lisbeth L. Petersen, sigur Michael Jensen.

Michael Jensen sigur, at hann kennir á sær, at feløgini úti um landið stuðla Unga Sambandinum í uppskotinum.