Tað var eingin minni enn formaðurin í ÍF-Føroyum, sum ikki ihevði spæliloyvið í lagi, tá hann flutti aftur til Føroya.
Eyðun Højgaard, sum er »ólógligi« spælarin, sum B36 nýtti á Skála, er nevnliga formaður í føroyska útisetafelagnum.
Tað merkir tó ikki, at Eyðun samstundis var tann, sum avgreiddi spæliloyvini hjá felagnum. Tað hava aðrir ábyrgdarpersónar havt ábyrgdina av. Og sambært teimum upplýsingum, sum vit hava fingið úr útisetafelagnum, so varð váttan send DBU um, at spælarin hevði frítt at fara, so skjótt Eyðun hevði boðað frá, at hann nú aftur flutti til Føroya.