- Tað eru umleið trý nøvn á listanum, segði formaðurin við Rás2. Hetta sampakkar óvanliga væl við tey trý nøvnini, sum Sosialurin avdúkaði í gjár.
Tí kunnu vit sterkt ganga útfrá, at næsti landsliðsvenjarin hjá Føroyum antin eitur Flemming Serritslev, Luka Costic ella Colin Calderwood.
Um tveir ella tríggjar tímar verður helst greitt, hvør verður venjari.
- Tað verður pressufundur um nakrar dagar, tá vit kalla til pressufund, tí vit helst sjálvir vilja avdúka venjaran, segði Høgni í Stórustovu við Rás2.
Um onnur ting viðvíkjandi venjaranum vildi Høgni í Stórustovu ikki úttala seg.