Tað var ein tíð, tá Gunnar Mohr hjá HB var ein av áleyparunum, sum flestu verjuspælararnir í landinum vóru mest bangnir fyri.
Fyri tveimum árum síðani gavst hann á hægsta stigi, men nú hevur hann funnið útgerðina fram aftur og slær seg leysan á næstbesta liðnum, m.a. saman við fyrrverandi liðskiparanum hjá landsliðnum, Jóannesi Jakobsen.
Leygardagin spældi HB móti Royn, og har vísti Gunnar Mohr, sum nú annars er formaður í HB, at máltevið framvegis er frískt, hóast eyðkendi skjótleikin sum vera man ikki er tann sami. Havnarliðið vann 4-1, og formaðurin skoraði tvey tey fyrstu málini.
Tað fyrsta kom eftir fríspæling frá Jóannesi, og hann økti úr spískum til 2-0.
Hvalbingar megnaðu tó at svara aftur áðrenn hálvleik, tá Gisli Sveinbjørnsson við góðum einmansavriki slapp av við fýra HB-verjuleikarar, sum ikki sóu so góðir út júst ta løtuna?
Royn spældi væl í løtum, men í mun til fyrsta dystin móti NSÍ dugdi HB hesaferð betur at fáa úrtøku av sínum møguleikum.
Eyðstein Simonsen økti í seinna hálvleiki til 3-1, tá hann kom fram við nærmastu stong og skallaði í netið, og innskifti Bogi Midjord setti punktum, tá dysturin leið móti endanum.
Fyri HB var 4-1 sigurin góð uppreisn fyri 0-3 tapið í fyrsta umfarinum, meðan Royn nú er niðast í kappingini og longu seks stig aftanfyri oddaliðini TB og FS Vágar.










