Formaðurin í Starvsmannafelagnum: Karsten Hansen skuldi lagt frá sær

?Hetta skal steðgast. og vísir Løgtingið ikki málið um Brimil frá sær, fara vit at seta tiltøk í verk, sigur Gunnleivur Dalsgarð

 

Fakfelagságangur


? Hetta er sera, sera álvarsamt. Hevði Karsten Hansen ikki aðrar loysnir enn hetta, átti hann at lagt frá sær.

Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, er rættiliga skelkaður av, at Karsten Hansen hevur drigið Starvsmannafelagið uppí, nú hann hevur lagt uppskot fyri tingið um at fáa ein enda á ómsemjuni um lønini hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskipinum, Brimli.

Uppskotið, sum Karsten Hansen hevur lagt fyri tingið, fevnir nevniliga eisini um lønina hjá teimum av manningini á Brimli, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, og tað eru teir flestu.

? Vit hava ongantíð torað at hugsað so langt, at hetta kundi koma fyri, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Hann leggur dent á, at veruligar samráðingar hava ongantíð verið ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið um lønina hjá dekkarunum, kokkinum, o.ø. av manningini, sum eru limir í Starvsmannafelagnum.

? Tað, sum Karsten Hansen nú ger, er rætt og slætt at taka sáttmálarættin frá okkum. Og sáttmálasamráðingarrætturin er tað mest grundleggjandi hjá fakfeløguum, so hetta er rættiliga álvarsamt.

?Hevur Karsten Hansen onki annað val, eftir at hava samráðst í fýra mánaðir, er tað dømi um fullkomiligt hjálparloysi, bæði hjá landsstýrismanninum og teimum ráðgevarum, hann hevur afturat sær. Og tí átti Landsstýrismaðurin at lagt frá sær. Og fór hann ikki sjálvir, átti restin av politisku skipanini at tikið neyðugu stigini og skift hann út, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

? Vit hava áður sæð, hvussu lítið skal til, áðrenn landsstýrismenn fara frá. Tað eru ikki nógvar vikur síðani, at ein Landsstýrismaður lá á vippuni, tí hann hevði sagt ov nógv í eini knappari vending.

Formaðurin í Starvsmannafelagnum heldur eisini, at hetta eigur at fáa avleiðingar fyri teir ráðgevarar, fíggjarmálaráðharrin hevur í hesum málið, tí teir hava eisini so dyggiliga víst sína ómegd.

? Ein grundgeving fyri at Fíggjarmálastýrið ikki vil góðtaka ov stórar lønarhækkingar, er, at tað fer at leggja støðið til tær vanligu samráðingarnar, sum vera í vár.

? Hesi bæði málini hava púra onki við hvørt annað at gera, so tað er onki hald í hesi grundgevingini. Men tað er heldur ikki óhugsandi, at tað eru aðrir politikarar í samgonguni, sum brúka Karsten Hansen til syndabukk fyri at halda lønunum niðri, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.


Seta tiltøk í verk

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at limirnir hjá Starvsmannafelagnum eru til arbeiðis umborð á Brimli og at felagið er mitt í samráðingum Fíggjarmálastýrið um lønina

? Tí er onki sum helst grundarlag leggja sáttmálaviðurskiftini hjá okkara limum fyri løgtingið.

Tvørturímóti er hetta eitt tað allargrovastu álopð á fakfelagsrørsluna, eg nakrantíð havi upplivað.

Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hansara einasta vón er nú, at Løgtingið vísir málið frá sær.

Hann sigur, at Starvsmannafelagið hevur handað hvørum einstøkum løgingslimi bræv, har felagið ger støðuna greiða.

? Vit gera eisini løgtingslimum varugar við, at hetta málið hevur so grundleggjandi týdning fyri okkum, at vísir Løgtingið ikki uppskotið frá sær, sleppa vit ikki undan at seta tiltøk í verk- og tað fara vit at gera.

Hvørji tiltøk, talan kann verða um, veit hann ikki rættiliga.

? Men tað kann vera ymiskt. Verður samráðingarrætturin tikin frá okkum, dugi eg t.d. ikki at síggja meningina í at, at okkara fólk fer umborð á Brimil.

? Talan kann eisini verða um onnur tiltøk. Í øllum førum er tað greitt, at hetta skal steðgast og vit fara at gera, tað sum krevst, fyri at steðga tí, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Hann sigur eisini, at hetta er tann ringast hugsandi upptaktin til tær vanligu samráðingarnar, sum verða nú í vár.

? Tað, sum hetta vísir okkum, er, at Fíggjarmálastýrið er til reiðar at fara í tingið við samráðingunum, uttan at hava samráðst yvirhøvur.