Formaðurin í landstinginum innlagdur

Formaðurin í grønlendska landstinginum er innlagdur á Ríkissjúkrahúsið

Royndi grønlendski politikarin Lars-Emil Johansen, sum er formaður í landstinginum, er innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.

Tað boðar landstingið frá í dag.

– Formaðurin fyri landstingið er undir einari arbeiðsferð í Danmark innlagdur á Ríkissjúkrahúsið til hjartakanning. Hann hevur tað gott, verður sagt í fráboðanini.

Sagt verður eisini, at roknað verður við, at Lars-Emil Johansen ger stuttan steðg á Ríkissjúkrahúsinum og verður aftur til arbeiðis innan fáar dagar.