Vit missa lærarar, og vit brúka ov langa tíð um at framleiða ein góðan lærara. Tað skrivar Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.
Nýútbúnir lærarar fáa frá fyrsta degi somu arbeiðsuppgávur og treytir, sum verða settar lærarunum við drúgvari royndum. Tað kemur sum ein hvøkkur á flestu lærararnar, og tað er heldur ikki løgið, at serliga nýútbúnir lærarar gevast í fólkaskúlanum eftir stuttari tíð. Hetta er ein trupulleiki í nógvum londum.
- Verður lærarastarvið sammett við onnur størv kemur týðiliga til sjóndar, at læringin í lærarayrkinum er sera avmarkað. Sjálvt um skipanir við vitanardeiling verða royndar, so er størsti vansin, at lærarin arbeiðir óheftur av starvsfeløgunum størsta partin av tíðini, skrivar Herálvur Jacobsen á heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.
Svenska Lærarafelagið hevur víst á neyðugu karrierumøguleikarnar í fólkaskúlanum og hevur samstundis lagt ætlanir, hvussu tað kann skipast. Ein loysn er, at lærarar við ískoytisútbúgving kunnu virka sum læraravegleiðarar og leiðbeinarar hjá yngri lærarum.
- Lærarayrkið má framhaldandi verða dragandi fyri ungfólk, sum seta heilt onnur krøv til arbeiði og yrkisleið enn vit frammanundan eru von við, skrivar Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.
- Royndir við toymisskipanum hava víst, at tað er ein gongd leið at menna samstarv millum lærarar. Tvílærararskipanin kann eisini síggjast sum ein sparringsskipan millum lærarar, heldur formaðurin í Lærarafelagnum.
Tað ræður nú um lyfta læraraútbúgvingina upp á hægri støði, at hava støðug tilboð um eftirútbúgving og førleikamenning, at lønin verður samsvarandi øðrum akademiskum útbúgvingum og gera skipanir fyri karrierumøguleikum í skúlanum. Hetta eru loysnir, sum kunnu setast í verk, um politiska skipanin er við.
Veruleikin er, at lærarar rýma úr fólkaskúlanum.
- Fyri skipanina er tað ein sera óvandalig handfaring av tilfeingi. Vit missa lærarar, og vit brúka alt ov langa tíð um at framleiða tann góða læraran, heldur Herálvur Jacobsen.