Formaðurin í KÍ vónbrotin

Nú byrjar at síggja rættiliga illa út hjá KÍ og Fríðin Ziskason, formaður í Sp/f KÍ, sigur við Norðlýsið, at hann var sera vónbrotin í gjár. - Eftir dystin var seg sera skuffaður at vit ikki fingu trý stig burtur úr og tað eru stigini sum telja og tey hava vit ikki nóg mikið av, sigur hann við Norðlýsið. Hinvegin arbeiðir KÍ við at styrkja liðið. - Vit arbeiða í løtuni við at styrkja liðið og tað arbeiði gongur væl. Vit eru eisini kontaktaðir av leikarum sum ynskja at koma til Klaksvíkar, men vit leita eftir leikarum sum skulu fylla ávís lyklapláss og eg havi góðar vónir um at vit fara at koma á mál við hesum arbeiðinum, sigur hann.