Formaðurin hevur ikki sørar vónir fyri NSÍ

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Formaðurin í NSÍ vónar, at NSÍ finnur fram tað íslendska modelið til returdystin í Hvítarusslandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við formannin í NSÍ, Sonna L. Petersen á Rás2 aftaná 0-2 tapið hjá NSÍ ímóti Shakhtyor Soligorsk í tí fyrsta undanumfarinum í Europa League kappingini.

 

NSÍ-formaðurin heldur talan verið um eitt gott avrik hjá NSÍ ímóti einum góðum liði, men hann heldur ikki, at NSÍ haltaði nakað aftanfyri hvítarussiska mótstøðuliðið, men hann ásannar, at NSÍ fekk nøkur óheppin mál ímóti sær, og heldur ikki formaðurin í NSÍ stendur eftir við einari rættvísiskenslu aftaná avrikið hjá norðurírska dómaranum, Tim Marshall í kvøld.

 

Sonni L. Petersen hyggur fram til returdystin, og undirstrikar, at í fjør mundi NSÍ koppað Linfield FC á Svangaskarði. NSÍ-formaðurin vónar, at hansara menn finna fram íslendska modelið til returdystin.