Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur, at tað fær ongar avleiðingar fyri Heina O. Heinesen, at hann atkvøddi ikki við flokkinum í dag. Støðan var hin sama, sum tá CHE-samgongan sat við valdið, og tí væntaði Høgni Hoydal sær ikki atkvøðuna frá Heina O. Heinesen.
- Vit hava langt síðan havt dystirnar við Heina O. Heinesen í hesum málinum, og vit vistu, at hann stuðlar ikki flokkinum í fiskivinnupolitikkinum. Trupulleikin var ikki Heini O. Heinesen, men at Sjálvstýrisflokkin atkvøddi ikki við andstøðuni, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Løgtingið feldi broytingaruppskotið frá fýra samgongumonnum fyrr í dag. Um Tjóðveldi hevði staðið saman um at samtykt broytingaruppskotið frá fýra samgongumonnum, hevði samgongan verið í vanda.
Lesið eisini
»- Samgongan slitnar ikki allíkavæl« <b>Lesið eisini <a href=http://www.portal.fo/?lg=74012>»Heini kundi felt samgonguna« <b>Lesið eisini <a href=http://www.portal.fo/?lg=74011>»Uppskotið um átta prosent fall«