Tó ber til við tí, sum kortini kemur alment fram at gera sær eina mynd av, hvussu gongdin er hjá felagnum. Hon er lítið hugalig!
Skaðar fiskimannnaáhugamálum gjøgnum Samtak
Tað er greitt, at fiskimannafelagið er á fallandi fót.
Tað grundleggjandi er, at síðan formansskiftið eru týðandi formansfunktiónir lagdar til fólk uttanfyri fiskimannafelagið.
Tað eru fleiri og fleri av kjarnuøkjunum hjá FF, sum verða flutt yvir til Samtak, har FF ikki á nakran hátt er ein javnbjóðis partur. Tað sama er við uppløgdum formansfunktiónum, sum felagið sjálvt hevur havt førleika at røkja í nærum 100 ár, og sum nú verður goldið øðrum at røkja.
Tað eru fleiri dømi um, at FF gjøgnum Samtak er farið beinleiðis ímóti áhugamálunum hjá fiskimonnum og felagnum. Her kann nevnast almennur fiskivinnupolitikkur, har FF gjøgnum Samtak til dømis hevur sett seg ímóti, at fiskimenn kunnu virka fiskin umborð.
Um hetta var eitt úrslit av eini breiðari viðgerð í felagnum, var hetta so sínar sakir.
Men nú kann staðfestast mannagongdin sum verður nýtt.
Forðar nevndarlimum at viðgera stórmál
Avgerandi dømið um arbeiðsgongdina hjá Jan Højgaard er flytingin av samlagstrygginina hjá FF til danska felagið Alka, har hini feløgini í Samtak hava sínar tryggingar.
Í ársfrágreiðingini hjá Jan Højgaard fyri 2008 verður sagt, at felagið hevur tingast við trý feløg um samlagstrygging, men “nú hevur nevndin avgjørt at tekna trygging hjá ALKA.”
Tað er sjálvsagt eitt framstig at bøtt verður um tryggingarviðurskiftini, men júst hetta skifti saman við uppsøgn av tí samstarvi, sum hevur verið við hini manningarfeløgini, er sera prinsipielt á fleiri økjum.
Tað, sum er komið fram um hetta mál, bæði alment og á seinasta landsfundi, er fylgjandi:
Uppskotið um hesa flyting av tryggingini er komið frá Jan Højgaard, og hetta hevur hann sjálvsagt rætt til. Tað kann hava týdning fyri at skilja seinni gongdina, at hetta var nevnt við introduktiónina av Samtak í 2007.
Tað var partur í nevndini, sum vildi hava málið lýst til lítar kanna allar møguleikar, so nevndin kundi vera før fyri at taka ta avgerð, sum gagnaði fiskimonnum best.
Tískil varð eisini tingast við føroysku tryggingarfeløgini at vita, hvat tey kundu bjóða.
Í einum slíkum prinsippiellum máli er tað ein sjálvfylgja, at ein samlað nevnd er við í viðgerðini og støðutakanini, um hetta yvirhøvur er møguligt.
Legði avgerandi fund, táið hann visti, at nevndarlimir ikki kundu møta
Í eini nevnd, har fleiri menn eru siglandi, er ikki møguligt hjá øllum altíð at møta á nevndarfundi. Men tá hevur altíð verið ansað eftir at leggja fundirnar, táið allir nevndarlimir vóru heima, serliga tá avgerandi mál eru á skránni. Hetta letur seg vanliga væl gera. Tað var eisini ríkiligt av tíð at gera tað í hesum máli, nevniliga fleiri mánaðir.
Men soleiðis er ikki hjá Jan Højgaard. Í hesum málinum syrgdi hann snildisliga fyri at leggja avgerandi fundin, tá ið hann visti, at tann partur av nevndini, sum kundi vera ivasamur til hansara uppskot, ikki hevði møguleika at møta.
Tað var ikki bara tað. Hann syrgdi enntá fyri, at avgerðin varð tikin, áðrenn endaliga tilboðið hjá føroysku tryggingunum vóru felagnum í hendi!
Tað er á hesum grundarlagi, at henda samtyktin er gjørd, har Jan Højgaard tilvitað hevur hildið part av nevndini uttanfyri bæði endaligu viðgerðini og sjálvari avgerðini.
Millum teir, sum eru hildnir uttanfyri, er næstformaðurin í felagnum, soleiðis sum tað kom fram á landsfundinum. Hann hevði verið við í tí bólki, sum fór niður til Danmarkar at tingast við Alka, og sum tí hevði ein serligan førleika at vera við í viðgerðini.
Groft brot á grundleggjandi rættindi
Sigast kann, at henda mannagongd er tilætlað eitt groft brot á grundreglunum í einum fólkaræði, eisini í einum fakfelag. Her er talan um brot bæði á óskrivaðar og skrivaðar reglur.
Hetta er so enn eitt dømi um, at tær veruliga avgerðirnar í Fiskimannafelagnum verða tiknar uttanfyri felagið, uttan at hægsti myndugleikin í felagnum millum landsfundirnar, nevniliga felagsstjórnin, fær reellan møguleika at vera við í avgerðini. Tá ið hetta passar formanninum!
Til hetta er stutt at siga, at slík brot á grundleggjandi fólkaræðislig prinsippir kann bert merkja undirgongd fyri eitt hvørt samfelag. Hetta er eisini galdandi fyri eitt fakfelag. Í hesum førinum gongur sjón fyri søgn.