Formaðurin í Føroya elsta meistarafelag heldur fram

Nevndarval var á skránni, tá aðalfundur varð hildin hjá Havnar Handverksmeistarafelag mikudagin í farni viku. Tveir av fimm nevndarlimum stóðu fyri vali, umframt at ein tiltakslimur skuldi veljast. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni industry.fo.


Báðir nevndarlimirnir sum stóðu fyri vali, Sámal Erik Hentze og Torbjørn Hansen, og tiltakslimurin, Pauli Hofgaard, boðaðu frá, at teir ynsktu at halda fram. Og sambært Vinnuhúsinum blivu teir eisini allir afturvaldir.
Nevndin skipaði seg beinanvegin eftir aðalfundin og var eingin broyting frá undanfarnu nevnd. Sostatt heldur Sámal Erik Hentze fram sum formaður og Magnus Magnussen sum næstformaður.


Í nevndini í Havnar Handverksmeistarafelag eru Sámal Erik Hentze, Magnus Magnussen, Torbjørn Hansen, Kartin Lenvig og Stein Olvur Petersen.


Sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, so var Havnar Handverksmeistarafelag sett á stovn tann 15. Mars í 1932 og er elsta meistarafelag í landinum.