Formaðurin er ikki stjóri

Hóast hann ikki er arbeiðsgevari nakrastaðni júst nú, situr Bergur Poulsen í formanssessinum í Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag er skipað sum feløg flest, at tað eru limirnir, ið velja nevndina, sum so skipar seg sjálv. Men hóast hetta er felagið hjá føroysku arbeiðsgevarunum, so er støðan eitt sindur sjáldsøm, tí formaðurin í felagnum er ikki arbeiðsgevari longur.
– Tað hevur verið siður, at nevndarlimirnir í felagnum hava umboðað stórar arbeiðsgevarar, men sum við øllum øðrum, broytist hetta eisini. Støðan er í dag tann, at tað verða færri og færri arbeiðsgevarar, samstundis sum teir, sum eru, verða størri og størri, og tí eru færri at velja ímillum, sigur Bergur Poulsen, sum er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Hann var stjóri á Havsbrún í 17 ár, til hann á heysti í 2012 legði frá sær og frá 1. apríl í fjør endaliga var leysur av starvinum. Tá hann fór úr stjórasessinum í Fuglafirði, var hann formaður í arbeiðsgevarafelagnum, men helt fram har.
– Eg stóð ikki fyri vali á síðsta aðalfundi, og tá nevndin vildi hava meg at halda fram, valdi eg tað, tí nú hevði eg altso betri stundir og var eitt sindur leysari til at røkja tær uppgávur, formaðurin hevur at taka sær av, sigur Bergur, ið heldur, at tað kanska eisini er ein fyrimunur, at tað ber formanninum betur til at seta tíð av og at vera meira tilgongiligur.
– Tað kann ofta vera trupult hjá einum stjóra í eini fyritøku, sum sjálvur hevur ivaleyst at hugsa um, at hann haraftrat skal møta til fundir, tosa í telefon og alt møguligt annað, sum ein nevndarformaður skal. Eg standi fyri vali á komandi aðalfundi, og so taka vit tað haðani.

Áhugi og royndir
Í mun til fakfeløgini, sum ofta hava formenn sitandi í føstum starvi, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki valt ta loysnina, men hevur heldur valt at lagt størri dent á at hava eina góða fyrisiting, ið kann ganga teimum mongu feløgunum og felagsskapunum til handar á ymsan hátt.
– Gamaní, fáa vit í nevndini eina samsýning, men hon er ógvuliga beskeðin, tí vit hava roynt at hildið teimum útreiðslunum niðri. Sjálvur fái eg eisini samsýning fyri at vera formaður, men hetta skal ikki vera nakað livibreyð, so tað er ikki akkurát fyri lønina, at eg røki henda formanssessin, sigur Bergur Poulsen.
– Eg krevji heldur ikki so nógv í tí dagliga, tí húsini eru goldin niður, so eg kann saktans klára meg við tí, eg havi lagt til síðis millum ár og dag. Tað er heldur meira av áhuga, at eg eri formaður, og so kenni eg eisini hetta umhvørvið út og inn. Eg rokni bara við, at tað man vera ein orsøk til, at nevndin vildi hava meg til at sita í hesum formansessinum.

Betri stundir
Bergur Poulsen sær heldur ikki út at keða seg, og meðan samrøðan verður gjørd, ringir telefonin av og á. Hann ger skjótt av og gevur stutt boð frá sær, og tað skilst á øllum brøgdum, at hann er vanur við leiklutin, ið gjarna krevur, at tú ert til staðar, har sum tú ert – bæði til arbeiðis, heima og aðrastaðni.
– Nú havi eg verið jagstraður runt í manesjuni í 30 ár, og tað hevur mangan verið rættiliga hektiskt. Av tí sama havi eg ikki altíð havt so nógva tíð til familjuna og meg sjálvan, men eftir at eg legði frá mær sum stjóri í Havsbrún, havi eg fingið hesa tíðina, greiðir hann frá.
– Eg havi í øllum førum ikki kett meg enn, tí eg havi bæði eitt og annað at ganga uppí. Heima í kjallaranum havi eg eitt lítið verkstað, har eg kann biksast við ymiskt, og so eigi eg eisini tveir bátar og tvey neyst. Henda tilveran, sum eg havi beint nú, gevur pláss fyri øllum hesum, og tað njóti eg bara.