Formaðurin í danska autistafelagnum til Føroya

Tíðindaskriv

 

Í næstu viku kemur formaðurin í danska autistafelagnum, Jørgen Lindgren, til Føroya. Hann skal halda fyrilestrar um autismu sum heild og um menningina innan autismuna í Danmark. Eisini fer hann at siga frá, hvat foreldur og avvarðandi í Danmark kunnu gera, tá ið tey hava fingið diagnosuna hjá barninum. Hvørji tilboð eru og hvussu verður í framtíðini


Danmark hevur verið rættiliga frammalaga í viðgerðini av autistiskum børnum, og kendasti skúlin í Norðurlondum man vera Sofieskúlin í Keypmannahavn. Í 1962 tóku foreldur at autistiskum børnum seg saman og stovnaðu felagið »Psykotiske Børns Vel«, seinni »Foreningen for Autisme«. Hetta felagið er rættiliga stórt í dag, og arbeiðið, ið felagið hevur gjørt fyri autistisk børn og foreldrum teirra, er ikki smávegis. Fyri 10 árum síðani var føroyska autistafelagið sett á stovn, og er tað ein deild av tí danska. Fríggjadagin 21.9. og leygardagin 22.9. fer formaðurin í danska felagnum, Jørgen Lindgren, at halda fyrilestur í veitsluhøll landssjúkrahúsins um autismu og hvussu viðurskiftini hjá fólki við autismu eru í Danmørk.

Hvat er autisma?

Vit kenna øll orðið »automatiskt«. Okkurt, sum verður sett í gongd ella virkar av sær sjálvum. Hesi børn gera sumt umaftur og umaftur, uttan at hetta gevur teimum nakra meining. Nógvir autistar tosa als ikki, og tey sum tosa hava hetta sonevnda »ekkomálið«. Mest sum alt verður tikið bókstaviliga. Ein mamma, sum átti eina autistiska gentu, tók ímóti einari yngri dóttir, sum hevði verið fyri onkrum óhappi, og hon segði við gentuna: »Tú sært út, sum hevur tú grátið eyguni úr tær«. Autistiska gentan, sum hoyrdi hetta øtaðist og fór beinan vegin at leita á gólvinum.

Tað, sum eyðkennir autistiska barnið, eru tær einstáttaðu rørslurnar. Barnið svevur ofta illa og kann í fleiri tímar sita og rugga aftur og fram frá høvdalag til fótalag. Eisini fær barnið grátiherðindi, og foreldrini gerast illa strongd. Eitt tað ringasta hjá foreldrunum er, at tey einki veruligt samband fáa við barnið.


Nýggjar biologiskar kanningar

Fleiri kanningar hava verið seinastu árini. Vit vita nú, at autisma er ikki vanlig sinnissjúka, men er heldur eitt álvarsligt menningarbrek, sum kann stava frá biologiskum avvikum í heilanum. Ein kanning, sum varð gjørd í 1979 vísti, at 48% av møðrunum kendu seg sjúkar og høvdu trupulleikar í burðartíðini, 37% høvdu trupulleikar undir føðing, og 9% søgdu, at barnið var stútt sjúkt ta fyrstu tíðina eftir føðing.

Fleiri aðrir patalogiskir ella medisinskir tilstandir eru eisini knýttir at autismu. Eitt nú hitt so kenda fragila X-syndromið ? tað skroypiliga X kromosomið.


Foreldrini varnast brekið

Um foreldrini og heimalæknin hava mistanka um brekið, skal barnið sum skjótast fara til barnapsykiatriska kanning. Verður tað staðfest, at barnið hevur autismu, skal farast í gongd sum skjótast við serligari undirvísing, bæði í barnagarði og seinni í skúla. Tað eru serlærarar til hesi børn.


Jøren Lindgren kemur at siga frá

Formaðurin í danska autisafelagnum, Jørgen Lindgren, kemur til Føroya at siga frá um autismu. Hann eigur sjálvur ein autistiskan drong og kennir trupulleikan at egnum barmi. Hann fer at siga frá gongdini innan autismuna í Danmark og hvørjar møguleikar har eru til hjálp og viðgerð. Fyrilestrarnir verða 21.9. og 22.9. í veitsluhøll landssjúkrahúsins. Byrjað verður bæði kvøldini kl. 19.00.