TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá Rás2, Vilmund Jacobsen gjørdi beinleiðis í sendingini "Bátaradio" við Dia Petersen, sum er formaður í Sundalags Bátafelag.
Samrøðan var gjørd á bryggjuni í Hvalvík í samband við, at tað er Bátahugni í Hvalvík í dag.
Í fjør hevði Dia krím, og hann er tí fegin um at kunna verða við til tiltakið í ár við góðari heilsu. Dia Petersen undirstrikar, at Bátahugnin er ein góður dagur fyri hann og hinar limirnar í Sundalags Bátafelag. Endamálið er ikki, at hava eitt stórt festivalkent tiltak, men heldur eitt hugnaligt tiltak uttan tað stóra hóvastákið.