Á hugnakvøldi fyri øllum hjálparfólkum hjá AB fyri nøkrum vikum síðani boðaði sitandi formaður seinastu fýra árini, Andrass Drangastein, frá, at hann tekur ikki við afturvali á komandi aðalfundi.
Sostatt skal nýggjur formaður veljast. Aðrar broytingar vera nokk eisini í nevndini, tí ikki øll í nevndini ætla halda fram komandi ár.
AB hevur ársaðalfund í kvøld klokkan 21. Millum annað nevndarval á skránni. Á skránni til aðalfundin er eisini prát um framtíðina hjá felagnum
Sum skilst eru fleiri sinnaði at stilla upp til nevndarvalið á aðalfundinum í kvøld.