Form. Tjóðveldisfloksins: Hergeir má hava misskilt støðuna

? Málið um oljuhavn í Suðuroy er ongantíð samtykt í Tjóðveldisflokkinum, sigur Heini O. Heinesen

Áki Bertholdsen


? Brævið frá Suðuroyar Oljuvinnuráð er ongantíð formliga viðgjørt í tjóðveldisflokkinum.

Tað sigur Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins.

Tað var í november í fjør, at Suðuroyar oljuvinnuráð spurdi teir politisku flokkarnar, hvørja støðu teir tóku til at oljuhavn verður gjørd í Suðuroynni.

Ráðið fekk svar frá Hergeir Nielsen, sum segði, at tjóðveldisflokkurin hevði viðgjørt málið og hevði einmælt samtykt, at oljuhavn skuldi leggjast í Suðuroynni.

Men hetta má vera ein misskiljing, sigur Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins.

Hann sigur, at brævið frá Suðuroyar Oljuvinnuráð er ongantíð formliga viðgjørt í tjóðveldisflokkinum.

? Sostatt má tað vera ein misskiljing, tá ið Hergeir Nielsen hevur boðað oljuráðnum frá, at tjóðveldisflokkurin hevur einmælt samtykt, at oljuhavn skal vera í Suðuroy.

Hann sigur hinvegin, at málið um oljuhavnir hevur mangan verið til umrøðu í tjóðveldisflokkinum.

?Á tí eina fundinum spurdi Hergeir Nielsen um nakar hevði nakað ímóti at oljuhavnin verður løgd í Suðuroy.

? Og tað var tað ongin í tingmanningini sum hevði.

Heini O. Heinesen sigur, at hann uppfataði hetta ikki sum eina samtykt.

? Men Hergeir Nielsen má so hava uppfatað tað øðrvísi enn tingmanningin annars og tí hevur hann givið Suðuroyar Oljuvinnuráð tey boð, at flokkurin hevur einmælt samtykt, at oljuhavn skuldi vera í Suðuroy, sigur Heini O. Heinesen.

Hergeir Nielsen hevur sjálvur skrivað undir brævið til Suðuroyar Oljuvinnuráð, so tað kann ikki vera komið frá flokkinum.

? At halda tað, er at leggja Hergeir Nielsen ein myndugleika til, sum hann ikki hevur.

? Men at hann vil hava oljuvinnuna til Suðuroynna er púra náttúrligt og tað er eisini í fullum samsvari í ætlanina hjá samgonguni um økismenning.

? Men sjálvandi kann tað koma skeivt fyri viðhvørt.

? Og tá ið samgongan ikki fæst at standa saman í einum máli sum hesum, kunnu vit skjóta ein hvítan píl eftir økismenning.

? Heini O. Heinesen sigur, at seinni skuldi tjóðveldisflokkurin taka málið til viðgerðar, men tá boðaði Hergeir Nielsen frá, at tað var óneyðugt, tí tað var longu avgjørt. Og so datt málið burtur aftur.

Heini O. Heinesen leggur tó afturat, at tað er rætt, sum Hergeir Nielsen eisini boðar Suðuroyar oljuvinnuráð frá, at landsstýrismenn floksins fingu til uppgávu at virka fyri í landsstýrinum, at tað skuldi áleggjast oljufeløgunum, at reka sítt virksemi út frá Suðuroynni.

? Men tað miseydnaðist og flestu flokslimirnir valdu tískil at vera trúgvir mótvegis samgonguni og tí atkvøddu teir ikki fyri oljuhavnini í Suðuroynni.

Er tað so ikki okkurt álvarsligt brek í samskiftinum innanfloks?

? Tað er ikki sagt fyri tað, tí eftir mínum tykki má talan vera um eina misskiljing og tað kann jú altíð koma fyri.


Eitt mistak

Annars heldur formaður Tjóðveldisfloksins, at tað var eitt mistak av Suðuroyar Oljuvinnuráð at biðja flokkarnar um teirra støðu til oljuhavn í Suðuroynni.

? Tað kann sjálvsagt verða trupult hjá landsumfatandi flokkum at taka eina slíka støðu, tí so koma nógvir flokslimir at ganga ímóti sínum egna valdømi.

? Tað er bara ein flokkur, sum kann koma til eina einmælta niðurstøðu í hesum málinum, og tað er flokkurin, sum hevur meginpartin av tingfólkunum úr Suðuroynni, altso javnaðarflokkurin.

? Oljuráðið í Suðuroy skuldi heldur havt umhugsað at lagt málið fyri tað sokallaður og nógv umrøddu útjaðarasamgonguna í eini roynd at fingið allar tingmenn úr útjaðaranum at staðið saman um oljuvinnuna, sigur Heini O. Heinesen.

? Men Oljuráðið gjørdi málið politiskt og tað ivist eg í, um teir vinna nakað við, sigur formaður tjóðveldisfloksins at enda.