Forlongdi armurin

Finnbogi Arge
-----
Tá eg sum ungur AFS næmingur kom til Los Angeles at ganga í skúla fyrst í sjeytiárunum, varnaðist eg, at ein avgerandi munur var á skúlaskipanini í Føroyum og USA.
Meðan vit í Føroyum høvdu fimleik 2 tímar um vikuna, so høvdu tey har yviri ítrótt 1 tíma um dagin. Kravt var, at tú royndi ymiskar ítróttargreinar, so tú ikki vandi tað sama alla tíðina og fylgt var við í heilsustøðuni hjá næmingunum.
Endamálið var at kveikja áhugan fyri ítrótti og fremja fólkaheilsuna, tí ikki var lukkuligt at gerast sjúkur í einum landi, har sera dýrt var at søkja sær heilsubót, hevði tú ikki tryggjað teg nóg væl.
Amerikanarar vistu, at neyðugt var at brúka kroppin og røra seg, skuldi tú varðveita heilsuna sum longst.
Annað er so tað, at júst amerikanarar í nýggjari tíð fullkomuliga hava mist tamarhaldið á kostvanunum, sum hava minst líka stóran týdning, sum rørslan hevur.
Nýggjar kanningar (Time, januar 2012) úr Niðurlondum vísa nú, at tess meira børnini røra seg, tess betri klára tey seg í skúlanum, serliga í rokning, mál og lesing.
Fysisk rørsla økir um blóðstreymin til heilan og ger, at børnini minnast betri og hava lættari við at koncentrera seg. Kanningarnar prógva eisini, at kreativiteturin hjá børnunum økist, produktiviteturin hækkar og sjúkradagatalið lækkar.
At skræða ein tíma burturúr skúlatalvuni til ítrótt ber ivaleyst ikki til fyri allar næmingarnar, tí krøvini til frálæruna eru frammanundan umfatandi .
Men við tí vitan, vit nú hava, eigur Tórshavnar Kommuna at síggja ítróttarfeløgini í kommununi sum ein forlongdur og hjálpandi armur hjá skúla- og heilsuskipanini.
Tað er tí av alstórum týdningi, at ítróttarfeløgini virka optimalt, og her kann kommunan gera nógv fyri at bøta um viðurskiftini.