Liverpool visti áðrenn dystin, at teir skuldu fram á vøllin og skora minst tvey mál um teir ætlaðu sær í finaluna, tí Atl. Madrid vann fyrra dystin 1-0. Liverpool royndi eisini at trýsta frá byrjan. Millum annað var Dirk Kuyt nær við eftir frálíkt samanspæl uttan fyri brotssteigin. Daniel Agger stútaði eisini eitt Steven Gerrard fríspark í mál, men dómarin bríkslaði fyri rangstøðu. Beint fyri hálvleik eydnaðist tað Liverpool at koma á odda. Tað var Alberto Aquilani, ið var fyrst á eitt innlegg og skoraði.
Einki mál kom aftrat í vanligari leiktíð, so neyðugt var við umdysti. Umdysturin var bara fimm minuttir gamal tá Lucas Leiva fann Yossi Benayoun, ið við vinstra beini legði Liverpool á odda. Tann støðan helt bara í sjey minuttir, so traðkaði Diego Forlan fram. Eitt innlegg frá fyrrverandi Arsenal vonginum, Jose Antonio Reyes, endar fyri føturnar á Forlan. Frammanfyri ?The Kop? var Forlan tyggur og sendi Atl. Madrid í finaluna. Liverpool kláraði ikki at svara aftur og er úti av Europa League.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Diego Forlan skorar ímóti Liverpool á Anfield. Í 2002 skoraði Diego Forlan bæði málini, tá hansara táverandi felag, Manchester United, vann 2-1 ímóti Liverpool. Tað høvdu áskoðarnir á Anfield ikki gloymt til hendan dystin. Atl. Madrid skal møta Fulham í finaluni.
Liverpool ? Atl. Madrid(1-0) 2-1 eftir longda leiktíð
1-0 Alberto Aquilani (44)
2-0 Yossi Benayoun (95)
2-1Diego Forlan (102)
Atl. Madrid vinnur samanlagt 2-2(Fleiri útivallar mál)










