Forlan er vandamiklast

Diego Forlan er vandamiklasti álopsspælarin í Europa í hesum kappingarárinum. Forlan, sum er ættaður úr Uruguay, spælir fyri Atletico Madrid, og hann skoraði ikki færri enn 32 mál í farna kappingarári. Hetta ger hann til besta málskjútta í Europa í ár, og hann verður heiðraður við gylta bólinum. Nummar 2 á listanum er Samuerl Eto’o, og nummar 3 er Marc Janko, sum spælir fyri Salzburg í Eysturríki.