Finnbogi Ísakson
Tað var Carl Johan Jensen, sum í einum ummæli í sendingini Kultura herfyri morlaði krimiskaldsøguna Meðan sólin í eystri roðar eftir Jóannes Kjølbro sundur í sand og øsku.
Nú havi eg lisið hesa skaldsøguna - hon er skjótt lisin - og haldi, at hon hevði frægari uppiborið. Hon er einki vánaligari enn so mangar aðrar krimisøgur, eisini tær útlendsku. Rætt er tað, at hetta er ein frásøga, ein einføld forteljing, og ber ikki brá av at vera modernistiskur litteraturur, sum ongin skilir eitt vet av. Tað slagið av bókmentum, tykir mær, hevur ta keðiligu ávirkan, at fleiri og fleiri fólk hyggja meira og meira at fjaðurløttum sjón-varpssendingum heldur enn at lesa eina bók. Teir høvundarnir áttu at lagt sær orðini hjá Tegnér í geyma: Det dunkelt sagda är det dunkelt tänkta.
Kanska hevur tað nervað Carl Johan Jensen, at høvundurin eftir innihaldinum at døma ikki hevur so gott eyga á teimum vinstrahallu, serliga ikki gomlum Framamonnum. Kanska hevur hann heldur ikki serliga gott eyga á fullveldisætlanunum. Hetta seinna átti so eisini at nerva meg, men eg haldi, at ein høvundur eigur at hava víðar ræsur, eisini tá tað kemur til sym-pati og antipati.
Ein krimisøga skal vera spennandi. Hendan er líka spennandi, sum so mangar aðrar. Um Jóannes er at siga tað sama, sum pápin Ewald Kjølbro onkuntíð segði um onkran annan: Hann er ikki óeffin við penninum!
Tað var eisini Carl Johan Jensen, sum fyri nøkrum árum síðani mælti til, at vit fingu eina forlagsráðgeving í lag í Føroyum. Og ta ferðina var skil í tí, hann segði.
Í grannalondunum, sum øll eru størri og fólkaríkari enn okkara, er tað ikki so vanligt, at bøkur verða givnar út á egnum forlagi. Har roynir tann, sum hevur skrivað eina bók, at fáa eitt stórt (helst) ella lítið forlag at geva hana út. Forløgini hava ráðgevarar, sum fara kritiskt ígjøgnum tey handrit, sum verða send inn. Mong verða kolldømd og verða als ikki givin út. Í øðrum førum - teimum flestu - gera køn fólk viðmerkingar, og høvundurin verður biðin um at gera broytingar í teksti, rað-festing ella innihaldi sum heild. Hann ger klókt í at fylgja leiðbeiningunum, annars skal hann ikki rokna við, at forlagið gevur bókina út.
Hjá okkum er tað rættiliga nógv øðrvísi. Mangir høvundar geva sjálvir tær bøkurnar út, sum teir skriva. Egið forlag kallast tað tá í flestu førum. Tað ber tó eisini til at geva forlagnum annað navn, sjálvt um tað bara gevur bøkur hjá eigaranum sjálvum út. Til dømis havi eg kallað mítt egna forlag Frøi. Á hesum mínum egna forlagi havi eg givið nakrar bøkur út, eitt nú Tilburðir í okkara øld og Aftur og fram.
Vit hava eisini eitt alment forlag, sum kallast Føroya Skúlabókagrunnur. Við fáum undantøkum gevur hetta forlagið einans skúlabøkur út. So vítt eg veit, hevur hetta forlagið - tað størsta í landinum - ráðgevarar, sum leiðbeina høvundarnar.
Eitt annað stórt forlag er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum í mestan mun gevur út barnabøkur, men eisini annað. Eisini hetta forlagið hevur eftirlit við innihaldinum í tí, sum verður givið út.
So eru tað fleiri privat forløg, sum geva bøkur út. Ikki bara bøkur, sum eigararnir sjálvir skriva, men eisini bøkur, sum aðrir høvundar hava skrivað. Tvey tey størstu eru Stiðin hjá Zachariasi Wang og Sprotin hjá Jonhardi Mikkelsen. Nevnast skal eisini forlagið Fannir hjá Mariannu Debes Dahl og Árna Dahl og Mentunargrunnur Studentafelagsins.
Tað man sum heild vera torført hjá hesum forløg-um at fáa tað at bera til. Tær flestu bøkurnar geva helst undirskot, nakrar fáar yvirskot. Ráðini kunna tí heldur ikki vera at hava ráðgevarar at leið-beina høvundunum. Stundum, tá eg lesi eina føroyska bók - eina skaldsøgu ella eitt stuttsøgusavn, fyri tann skyld eisini eina søguliga ella siðsøgu-liga bók - vildi eg ynskt, at forlagsráðgeving hevði verið inni í myndini. So hevði uttan iva sumt verið strikað og annað broytt - til tað betra.
Spurningurin er so, um nakað gerst. Eg haldi tað hava týdning at hava fleiri forløg. Men man tað bera til at fáa eitt samstarv í lag millum privat feløg og td Skúlabókagrunnin um ráðgeving til høvundar? Eg haldi, at allar góðar kreftir áttu at sett seg niður at kanna tað hugskotið. Fæst tað í lag, so fer tað at gagna føroyskari bókaútgávu almikið.
Ein slík ráðgeving hevði ivaleyst sagt Jóannesi Kjølbro, at í einari krimiskaldsøgu skal dramatikkurin og spenningurin byrja á fyrstu síðu, ikki á síðu 45.
Hugskotið og tilmælið hjá Carl Johan Jensen um forlagsráðgeving er gott. Men tað hevði tíverri ikki nyttað nakað at sett hann í starvið sum ráðgevari, tí so hevði neyvan nøkur bók komið út á føroyskum aftur.
Uttan kanska hansara egnu.









