Forlagið Føroya Met gevur út bók

Forlagið Føroya Met hevur givið út bókina Tá ið vit missa ein kæran, eftir Fredrik

Wisløff. Hetta er onnur útgáva. Bókin kom fyrstu ferð úr í 1990, men hevur verið

útseld í nógv ár.

 

Í bókini viðgerð høvundin, hvussu svár sorgin kennist, tá ið vit missa ein av

okkara. Troystandi við ymiskum ráðum roynir hann at koma tí syrgjandi til hjálpar,

fyri at hann kann fóta sær aftur eftir missin. Bókin hevur verið ein troyst fyri

mong, ið mist hava.

 

John S. Myllhamar týddi til føroyskt og Sjúrður Poulsen hevur gjørt kápumyndina.

 

Hesum boða stigtakararnir frá í dag.