Forkvinnan heldur fram

Ása Olsen heldur fram sum forkvinna í stýrinum fyri Dugna. Tað upplýsir stovnurin í tíðindaskrivi í dag.


Ása Olsen hevur verið forkvinna í stýrinum fyri Dugna tvey tey seinastu árini, og stóð, saman við Jóhan Samuelsen, næstformanni, fyri vali nú nýtt stýri skuldi veljast.


Tað verða tó ongar broytingar í nevndini, tí landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, hevur gjørt av at velja tey bæði aftur í stýrið fyri eitt nýtt fýra-ára skeið.


Vanlig mannagongd er, at stýrið skipar seg á fyrsta stýrisfundi, eftir at val hevur verið til stýrið.


Á stýrisfundi í gjár skipaði stýrið seg við Ásu Olsen sum forkvinnu, Jóhan Samuelsen sum næstformanni. Magni á Deild Olsen, Jórun Gardar og Elkin Klettheyggj eru stýrislimir.