Forkvinna í sjálvstýrisfelagnum

Rúna Sivertsen er nú forkvinna í Norðoya Sjálvstýrisfelag.

Jógvan Skorheim, sum eftir aðalfundin í mars í fjør varð valdur til formann í Norðoya Sjálvstýrisfelag, hevði frammaundan fundin boðað nevndini frá, at hann ynskti at verða loystur frá uppgávuni sum formaður.

Ting- og býráðsarbeiðið krevur nógv, og Jógvan metir, at tað verður hepnari fyri politiska arbeiðið framyvir, at hann ikki sjálvur situr við leiðsluni í lokalfelagnum.

Felagið ætlar at stilla upp til býráðsvalið í heyst og hevur umboð í sitandi býráði.

Nevndin heldur annars fram sum frammanundan við Jan A. Joensen sum næstformanni og Sven Dahl sum kassameistara. Fimti nevndarlimurin er Schumann Hansen.