Nýggja forkvinnan í Mentanargrunni Landsins, Joanna Djurhuus, er útbúgvin løgfrøðingur. Í løtuni starvast hon sum ráðgevi í Vinnumálaráðnum, har hon í stóran mun fæst við fyrisitingarligar uppgávur.
Hon hevur breiðan áhuga fyri mentan og list og hevur verið virkin innan sjónleikalívið í Havnar sjónleikahúsi, har hon hevur verið framleiðslustjóri á leikunum "Fólk og dólgar í Kardumummubýi" og nú nýliga á "Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum"
Sjálv metir Jóanna Djurhuus, at kombinatiónin av listarligum áhuga og fyrisitingarligum royndum verður hennara styrki í nýggja sessinum sum forkvinna í Mentanargrunninum.
Enn veit Jóanna Djurhuus ikki at siga, hvørja leið hon fer at stinga út í kortið sum forkvinna. Í fyrsta umfari fer hon at kunna seg um økið og seta seg væl inn í uppgávurnar hjá Mentanargrunninum. Uttan mun til hvørjar broytingar møguliga verða, liggur tað fremst í huganum hjá nýggju forkvinnini, at allar umsókinr um pening frá grunninum verða viðfarnar eins.
- Eg eri greið yvir, at hetta økið ofta er kensluborið. Men eg eri ikki bangin fyri tí kjaki, sum avgerðir í og kring grunnin kunnu elva til. Tvørturímóti haldi eg tað vera sera týdningarmikið við kjaki á økinum, og eg fari at fylgja væl við í tí, sum rørir seg, sigur Jóanna Djurhuus, nýggj forkvinna í Mentanargrunni Landsins.