Verður eldraøkið og heimatænastan lagt undir kommunurnar, soleiðis sum samgongan ætlar nú, er vandi á ferð.
Óluva í Gong, forkvinna í felagnum fyri føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar, ávarar um vandan fyri, at stórur munur fer at verða á, hvørjar tænastur, tær ymsu kommunurnar fara at bjóða, teimum gomlu, og teimum, sum hava brúk fyri tí.
LES EISINI: Hvør tryggjar borgaran?
Tað, sum serliga leypir á eyguni á henni, er at tað er eingin ætlan um at tryggja dygdina á økinum, og einki, sum tryggjar borgaran.
Hon sigur, at tað einasta, alt snýr seg um, er at tryggja kommununum. Men hvør eigur at tryggja borgaran, spyr hon - Tað er tankavekjandi, heldur hon.
Hon staðfestir, at tosað verður um at tá ið kommunurnar yvirtaka økið, fara tær at fáa so mikið av pengum frá landinum til endamálið, at tað svarar til, at Hvat tað kostar landinum, sum tað er nú
- Men nú má sjálvt tann mest tornæmi føroyingurin hava fatað, at økið er niðurpínt fíggjarliga. Vaktinar hjá starvsfólkinum eru styttar. Bygningar eru niðurslitnir. Vit hava enntá hoyrt at neyðugt kann verða at spara tað føroyska kjøtið burtur, tí peningur er ikki til slíkt luksus. Tilboðini til brúkaran um venjing eru rímulig í ávísum økjum, men eru eksisterandi aðrastaðni, sigur Óluva í Gong.
- Vandin er stórur fyri at ójavnin á tænastustøðnum verður størri. - Tann sum er fíggjarliga sperdur, ber seg at hareftir. og eru eingi faklig krøv í lógini er ikki neyðugt at taka faklig atlit, sigur hon.
Forkvinnan fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar vísir á, at kommunurnar eru so smáar veikar, at bara ein einsamallur brúkari, sum krevur serliga nógva røkt, kann koppa allari tilrættislegging
- Hvat gera kommununar um man hevur fleiri slíkar brúkarar í sama ári. Hvussu kann ein kommuna gjalda fyri eina respiratorbrúkara, ið skal hava fólk rundan um seg allan sólarringin, spyr hon. - Dømini eru nógv, leggur hon afturat.
Hon vísir eisini á, at spurningurin um heimatænastuna sum útbúgnvingarøki hevur als ikki verið ein partur av hesum máli.
- Økið er ein stórur partur av útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar.
- Teir kommunalpolitikkarnir eg havi tosað við siga bart út, at tað ikki er teirra uppgáva at tryggja tilgongdina av starvsfólkum til heilsuverkið.
Hon sigur, at verður tilgongdin av sjúkrarøktarfrøðingum ávirkað, eru føroyar illa staddar.
- Sum er, hava føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hægsta miðalaldur í norðurlondum og lægsta útbúgvingarkapasitet av sjúkrarøktarfrøðingum, sigur Óluva í Gong.
|










