Forkunnugur tunfiskur í Vágsbotni

Sjógæti var í morgun á fiskatorginum í Vágsbotni við stórum tunfiski

Í morgun var rættiliga fitt av fólki savnað á fiskatorginum í Vágsbotni.

 

Hans Marius í Byrgi, sum er stjóri í fyritøkuni Sjógæti, var komin á fiskatorgið við einum tunfiski, ið vigaði ikki minni enn 120 kilo.

 

Tunfiskurin bleiv kruvdur og síðani skorin í hóskandi petti til keypararnar, sum høvdu leitað sær oman í Vágsbotn.