Veitsla
Leygarkvøldið verður forkunnug veitsla í Roynhøllini í Hvalba.
Tað er áhugafelagið hjá Royn, sum bjóðar á nátaveitslu klokkan 20 leygarkvøldið.
Og fyrireikararnir leggja dent á, at byrjað verður stundisliga.
Sum tað liggur í orðinum, verður borðreitt við náta, ið nógv meta sum tann besta fuglin yvirhøvur og sum hartil er sera góður akkurát hesa árstíðina. Og borðreitt verður við nátanum, tá ið hann er allarbestur: Skáldaðum og kókaðum.
Men tað riggar ikki at eta náta við gaffli og hvalbingar heita á fólk um sjálvi at hava felliknív við.
Umframt matin, verður eisini ymiskt annað á skránni á veitsluni.
Tað mest forvitnisliga er, at ein filmur um ræning í Skúvoy verður vístur, har Tummas Frank Jensen, sum er góður bakkamaður og tikin úr leikum sum frásøgumaður, sigur frá.
Men harumframt verður spurnarkapping, har kappast verður borð ímóti borði. Ein meiri stuttlig spurnarkapping verður eisini, har gitast skal, hvussu nógv ávísar konur í Hvalba, viga.
Umframt tað verður eisini skemt og felagssangur í Hvalba.
Og tá ið borðhaldið er liðugt, fer kenda orkestrið, Trio, at spæla góðan dansitónleik.
Atgongumerki eru at fáa við Bakkhús og í Pylsuvogninum og seinasta freist at keypa atgongumerki er fríggjakvøldið klokkan 22.
Atgonguemerki til borðhaldið og dansin kostar 150 krónur. Atgongumerki til dansin einsamallan, kostar 100 krónur.









