BYGD: Frá hálvum november sleppa vit okkara vanliga vikuskema, fyri at tíðin við jólatiltøkum og jólahugna, skal verða avslappandi og hugnalig fyri børnini.
Síðst í november hava vit ein seinnapart, tá ið foreldrini kunnu koma á stovuna og gera sær eina jóladekoratión, saman við sínum barni.
Hendan løtan er sera hugnalig. Foreldrini koma tá tað liggur fyri, og fáa sær ein kaffimunn, holukøkur og eitt hugnaligt prát, meðan tey gera dekoratiónina saman við børnunum.
Í desember mánaði fáa børnini ein forkunnugan gest heim at vitja. Ein nissa er komin á stovuna, og hon ætlar sær heim við øllum børnunum, fyri at vita hvar tey búgva, og hvat tey gera, tá tey koma heim úr barnagarðinum í jólamánaðinum.
Um miðjan desember hava vit jólaveitslu. Vit fara at fáa okkum ein góðan drekkamunn, dansa jólatræ og børnini spæla ein jólaleik fyri foreldrunum og systkjum. Í ár spæla vit Jólaevangeli’ið, og børnini eru sera spent.
Væntandi kemur eisini ein maður í reyðum klæðum og við stórum hvítum skeggi at vitja okkum. Ho, ho, ho....... ;-)