MS Azores var bygd í 1944 í Svøríki og sigldi frá 1948 fyri Svenska Amerika Linjen (SAL) millum Gøteborg og New York undir navninum MS Stockholm. Í mun til hini skipini hjá SAL, var Stockholm nógv minni glæsiligt. Hetta var eitt skip, ið var bygd fyri fjøldina og ikki tey ríku, og sum skuldi veita teimum bíliga ferð vestur um Atlansthavið.
Í tjúkkum mjørka 25. juli 1956 rendu Stockholm og SS Andrea Doria saman uttanfyri Nantucket í Norðuramerika. SS Andrea Doria, ið var eygnasteinurin í italsku skipavinnuni, sakk og 47 fólk lótu lív, umframt fimm av manningini umborð á Stockholm. 1660 ferðafólk og manning umborð á SS Andrea Doria vóru bjargaði, mong av teimum av Stockholm.
Stockholm hevði fingið stóran skaða, men megnaði at taka lut í hjálpararbeiðinum og bjargaði 327 ferðafólkum og 245 av manningini umborð á Andrea Doria. Stockholm sigldi síðani til aftur til New York, haðani hon var komin, og var umvæld fyri 1 millión dollarar.
Orsøkin til samanbrestin er ongantíð veruliga staðfest, orsaka av, at reiðaríini gjørdust samd um eitt endurgjaldskrav uttanfyri rættarverkið.
Í 2008 var skipið álopið av sjórænarum í Aden-víkini, tá undir navninum Athena. 29 skjóttgangandi bátar lupu á skipið og royndu at taka tað, men eitt amerikankst hernaðarflogfar megnaði at ræða nakrar av sjórænarunum, og manningin vardi skipið frá restini, við at skjóta eftir teimum við hátrýsts vatnkanónum. Sjórænararnir megnaðu ikki at vinna umborð á skipið, og tað kundi óskalað halda leiðina áfram til Avstralia.
Síðani tá er skipið umvælt fleiri ferðir, hevur siglt undir nógvum ymiskum reiðaríum og ikki minst nøvnum.
Nú er tað Nina SpA, ið eigur skipið og Portuscale Cruises, ið rekur tað. Skipið er í dag 160 m (525ft) langt og vigar 15.614 tons. Tað tekur 556 ferðafólk og 2 Wärtsilä 16v32 motorar veita skipinum 10.700 kW ella 14.300 hestakreftir. Hægsta ferð er 19 míl.