Í dag flagga tey á Drelnesi - ikki bara við Merkinum, men eisini við hinum norðurlendsku fløggunum. Orsøkin er, at í dag er nýggja mentanarhúsið, Salt, á Drelnesi, reist. Saltgoymslan á Drelnesi varð tikin í nýtslu fyri 75 árum síðani. Hon var ein altjóða verkætlan, men tað vóru fransmenn, sum lótu hana byggja.
Hon var eitt risa frambrot, tí arbeiði, sum áður hevði tikið tveir dagar, kundi nú avgreiðast upp á tveir tímar, fortaldi Ólavur Rasmussen, sum er formaður í bygginevndini á lílta hátíðarhaldinum á Drelnesi í dag.
Hendan goymslan skuldi vera ein av trimum í Norðuratlantshavi, men so brast seinni heimsbardagi á og tí varð bara goymslan á Drelnesi bygd. Hinar báðar skuldi vera í Norðurnoreg og á norðurlandinum í Íslandi. Í byggisniði er hon eindømi í heiminum og nú verður hon so endurreist sum mentanarhús.
Nú hevur Saltgoymslan ligið í forfalli í eini 40 ár, men hesar hábærsligu toftirnar hava rópt á fólk, sum hava koyrt, gingið ella siglt framvið, um at taka avbjóðingina á seg at byggja hana upp aftur, hugleiddi Ólavur Rasmussen. Nú hava fólk tikið avbjóðingina á seg og einaferð næsta ár reisir hon aftur úr øskuni, sum eitt mentanarhús.
Trýst HER fyri at síggja fleiri myndir frá hátíðarhaldinum, tá ið SALT varð reist í dag
Ólavur Rasmussen sigur, at enn er ikki greitt, nær húsið verður liðugt, men tað er greitt, at upprunaliga tíðarætlanin sum segði, at húsið skuldi vera liðugt í februar, fer ikki at halda. Á einum byggifundi um nakrar vikur verður en nýggj tíðarætlan løgd, sigur formaðurin í bygginevndini.
Edmund Joensen, sum eisini er limur í bygginevndini, frøddist um, at tað er komið so langt sum tað nú er komið. Hann heldur, at Salt er ímyndn av tí framburði, sum er í Suðuroy í hesum døgum. Men hann legði afturat, at tá ið húsið er klárt at taka í nýtslu, stendur tað eisini til privata fyritakssemi í Suðuroy at skapa virksemi í húsinum - men tað ivaðist hann ikki í, fer at eydnast.
|









