Forkunnugar konsertir

Hós- og sunnukvøldið fara tenorsangarin Petur Hentze Niclasen og guitarleikarin Ólavur Jakobsen at hava konsertir í Ribarhúsi í Fuglafirði og í Mariukirkjuni í Havn Á konsertini fara teir at framføra føroyska sangir og sangir eftir eitt nú Dowland, Britten og Donizetti.

Guitar og sangur er ein samanseting, ið ikki er so ofta at hoyra í føroyska klassiska tónleika-umhvørvinum. Enn meira forkunnugt er, at teir eisini fara at framføra okkurt nýgjørt fyri guitar og sang. Talan er um sanglag skrivað av Bjarna Restorff. Bjarni hevur sett lag til yrking eftir Carl Jóhan Jensen, og verður tað her framført á fyrsta sinni.

Ólavur Jakobsen hevur skipað føroysk løg av nýggjum til guitar og sang. Her er serliga talan um sangir eftir Regin Dahl, eins og Hans Jacob Højgaard eisini er umboðaður.

Peter Hentze Niclasen er tenorsangari og syngur við í m.ø. Tórshavnar Manskóri og Tarira. Hann var næmingur á Íslendska sangskúlanum ? Føroya deild, ið virkaði í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, og hevur hann leitað sær lærdóm hjá m.ø. Garðar Cortes og Óløf K. Harðardóttir. Eisini hevur hann í styttri tíðarskeið fingið sangundirvísing í Keypmannahavn og Aberdeen. Umframt solistuppgávur í kórum, hevur hann eisini sungið við á fleiri fløguútgávum.

Ólavur Jakobsen byrjaði sum smádrongur at spæla gittara. Hann var so at siga sjálvlærdur innan klassiskt guitarspæl, tá ið hann kom gjøgnum nálareygað á tónlistarskúlanum í Keypmannahavn. Hann tók diplomprógv haðani í 1995. Lærari hansara var Ingolf Olsen. Ólavur var á ársskeiði í 1993/94 í Frankaríki. Hann var næmingur hjá Roland Dyens, núverandi professara á Conservatoire Superieur í Paris.