Um vikuskiftið komandi kemur lið úr hondbóltsfelagnum Aab á vitjan í Kollafirði. Talan er í høvuðsheitinum um ungar leikarar hjá felagnum. Liðið er 2. lið hjá Aab, og tískil tað liðið hjá felagnum, ið er menningarlið hjá ligaliðnum. Ligaliðið hjá Aab hevur annars havt eina góða byrjan upp á kappingarárið. Teir hava spælt tveir dystir og vunnið báðar, ávikavist ímót Ajax úti og TMS Ringsted heima.
Flestu leikararnir á føroyaferðini eru føddur í 1987 og hava spælt saman øll ungdómsárini. Liðið hevur altíð verið millum fremstu liðini í Danmark, hevur vunnið eitt danmarskmeistaraheiti og var í fjør nr. 2 í unglingadeildini. Fleiri av leikarunum, ið um vikuskiftið fara at kappast ímóti føroyskum liðum, eru leikarar, ið hava evni til at verða sáttmálabundnir at ligaliðnum hjá Aab.
Aab kemur til Føroya fríggjadagin, og skal spæla dyst ímóti 1. deildarliðnum hjá KÍF fríggjakvøldið kl. 20.00 í nýggju ítróttahøllini í Kollafirði. Leygardagin verður so kapping ímillum VÍF, Kyndil, KÍF og Aab, har øll liðini spæla ímóti øllum. Kappingin byrjar kl. 13.00 og endar kl. 19.00
Kári Mortensen, venjari hjá KÍF, hevur fingið danska liðið hendavegin. Hann hevur havt samband við Rene Kristensen, fyrrverandi venjara í Neistanum, sum nú venur ungdómslið hjá Aab, og saman við honum fingið ferðina í lag. Rene Kristensen verður við á ferðini, og er hann tann einasti í hópinum, sum hevur verið í Føroyum áður.
Danska liðið fer av stað aftur mánadagin.
Umframt at spæla hondbólt er ætlanin at leikararnir eisini skulu síggja annað enn hondbólt, meðan teir eru í Føroyum, og tí verður farið ein túr niðan á Skæling sunnudagin, um veðrið verður til vildar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ligaliðsleikari kemur leygardagin
Ein av leikarunum hjá Aab, Mikkel Ibsen, verður ikki við hópinum, sum kemur til Føroya fríggjadagin. Hann hevur nevniliga júst skrivað sáttmála við ligaliðið hjá Aab og skal spæla dyst fríggjakvøldið. Hann vil tó ógvuliga fegin til Føroya og kemur tí í staðin leygardagin, og hann verður við til dystirnar í sjálvari kappingini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Royndir leikarar á liðnum
Flestu leikararnir á Aab-liðnum, sum kemur til Føroya um vikuskiftið, eru ungir leikarar. Tó er onkur eldri leikari eisini við. Nevnast kunnu 32 ára gamli Ole Kuhr, sum í fjør var fastur málmaður á ligaliðnum og 2,04m høgi vinstrahándsbakkurin, Peter Nørregaard, sum júst er komin til Aab úr KVIK Humlebæk av Sælandi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hondbóltur á høgum støði
Finn Christensen, venjari hjá liðnum, sum kemur til Føroya, sigur, at liðið er eitt sera spennandi og evnaríkt lið.Leikararnir eru góðir og evnaríkir, og málið er fyrst og fremst at menna hesar leikarar til at koma inn á ligaliðið og at finna útav, hvørjir kunnu fáa sáttmála við besta lið hjá felagnum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kappingin leygardagin 23. september
Kappingin í ítróttahøllini í Kollafirði leygardagin 23. september er skipað sum ein kapping ímillum trý føroysk 1. deildarlið, VÍF, Kyndil og KÍF og danska liðið Aab. Dystarskráin er henda:
Kl. 13.00 KÍF VÍF
Kl. 14.00 Aab Kyndil
Kl. 15.00 VÍF Kyndil
Kl. 16.00 KÍF Aab
Kl. 17.00 Aab VÍF
Kl.18.00 Kyndil - KÍF