Sunnudagin 14. august verður forkunnug útikonsert í Saksun við øllum átta hornorkestrum og harmoniorkestrum í Føroyum. Tiltakið byrjar klokkan 13, tá orkestrini marsjera út á Pollin.
Orkestrini spæla sjey løg, og millum hesi verður eitt nýtt verk, sum eitur Bergmál. Eftir konsertina verður marsjerað niðan aftur í bygdina í Saksun.
- Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin út á Pollin at lýða á.
Í Sunda kommunu, sum Saksun er partur av, vísa tey á, at av tí, at parkeringsmøguleikarnir í Saksun eru avmarkaðir, verða fólk, sum ætlar sær til tiltakið, biðin um at fylla bilarnar.
- Góð parkeringsviðurskifti eru við Margáir í Streymnesi og við dagstovnin og skúlan í Hvalvík. Vit vóna, at tey verða fleiri, sum fara at gera sær ein túr burtur úr og koma út á Pollin at lýða á, verður lagt aftrat.