Orð: Dávur Winther
Árni Harðarson, avhildin kórleiðari hjá m.a. navnframa mannskórinum, Fóstbræður, sum fyri nøkrum árum síðan hava verið á Føroyaferð, er eisini skúlastjóri á Tónlistaskúlanum í Kópavogi.
Um vikuskiftið koma 22 næmingar frá Tónlistaskúlanum í Kópavogi at hava konsertir her. Talan er um eitt strúkaraorkestur, sum Árni Harðason stjórnar, og fara tey at framføra tvær konsertir á Føroyaferðini.
Fyrra konsertin verður í Vesturkirkjuni í Tórshavn leygarmorgunin klokkan 11.30.
Seinna konsertin verður í Christiankirkjuni í Klaksvík sunnudagin klokkan 16.00
Skráin hjá teimum er blandað, barokk tónleikur, eisini nakað av íslendskum tónleiki. Tónleikur fyri cembalo er eisini a skránni. Millum tónasmiðirnar eru Schubert, Offenbach og Vivaldi.