Forkunnug studiokonsert við Jóhannes Andreasen

Studio Bloch er farið undir studiokonsertir og tann fyrsta verður sunnudagin.

Fyrsta Studio Konsert verður sunnudagin 25. mai, tá fremsti pianistur okkara, Jóhannes Andreasen, kemur at framføra verk hjá Joseph Haydn, Tróndur Bogason, Frederyk Chopin, Anton Webern og Wolfgang Amadeus Mozart.

Konsertin byrjar kl 16.00 og kostnaður:in er 400kr.
Einans 25 atgongumerki eru, og fáast hesi  við at skriva til Studio Bloch á Facebook, ella ringja á 226273

Hesi verk verða framførd:

Tróndur Bogason:
- Tvey stykki úr sjónleikinum Tómrúm (2013)
- I Tómrúm
- II Tómrúm – Pastisja

Joseph Haydn:
- Sonata nr. 46 E-dur, Hob. XVI:31 (1776)
- I Moderato
- II Allegretto
- III Finale. Presto

Frederyk Chopin:
- 4 Mazurkas, opus 24
- I Lento
- II Allegro non troppo
- III Moderato
- IV Moderato
- Valsur e-moll, opus posth.

Anton Webern:
- Variationen, opus 27 (1936)
- I Sehr mäßig
- II Sehr schnell
- III Ruhig fliessend

Wolfgang Amadeus Mozart:
- Sonata F-dur, KV 332 (um 1783)
- I Allegro
- II Adagio
- III Allegro assai

 

 

Studio Bloch sigur annars soleiðis  á Facebook um hesa ætlanina við studiokonsertum :

 

Hugskotið við Studio Konsert er at skipa fyri smærri intim konsertum, har gesturin fær eina heilt serstaka nær uppliving, sum vanliga bert framleiðarar og tónleikarar sjálvir sleppa at uppliva.

 

Konsertirnar verða hildnar inni í sjálvu upptøku hølunum hjá Studio Bloch. Karmarnir eru fyrsta floks, og borga teir fyri eini framúr hágóðsku tónleikauppliving. Tónleikararnir sum koma at framføra á Studio Konsert eru bæði úr Føroyum og uttanlands og eru teir allir úrmælingar innan síni ljóðføri. Hetta saman við nærleikanum, har bert 25 gestir fáa høvið at vera við, ger, at vit kunna lova gestunum eina heilt forkunnuga uppliving.

 

Í Føroyum fáa vit sjáldan høvið til at uppliva okkara egnu tónleikaúrmælingar ella útlendskar á einstaklingakonsert tá grundarlag ikki er fyri at fylla teir størru konsertsalirnar. Studio Bloch skipar tí fyri eini røð av smærri konsertum, har rúm verður fyri einans 25 gestum. Gestirnir koma at uppliva eina forkunnuga og nærverandi konsert, har fjarstøðan millum tónleikara og gest bert eru fáir metrar. Umframt er talan um upptøkukonsert, bæði á ljóð og ímyndum.

 

Fyrsta Studio konsertin verður 25. mai, tá fremsti pianistur okkara, Jóhannes Andreasen, kemur at spæla verk hjá fimm ymsum tónasmiðjum.

 

5. juli kemur Ólavur Jakobsen at framføra við klassiskum guitar, og seinni í ár fáa vit forkunnuga vitjan av Michalu Petri.

 

Seinni í heyst byrjar ein heilt serstøk konsertrøð við Jóhannes Andreasen, har hann á 7 ymsum konsertum, yvir tvey ár, vil framføra allar 18 sonatirnar hjá Mozart.

 

Sálin í Studio Bloch er vakra upptøkuhøli, har tað er høgt til lofti, bakveggurin er gróthella og gólvini eru úr eiki. Karmarnir eru skaptir til at geva besta ljóði umframt eina kenslu av ró og nærleika. Og tað er júst henda samanseting av teimum góðu kørmunum, ljóðgóðskuni, avmarkaða talinum av luttakandi og tónleika úrmælingum, sum vil skapa eina sterka og inniliga tónleikauppliving.