Klokkan 16 í dag letur einforkunnug og øðrvísi framsýning upp í Steinprenti. Tað er ein framsýning, sum viðger tekning sum miðil. Útgangsstøðið hjá framsýningini eru tekningar hjá John Baine, sum eru teknaðar í Íslandi og í Føroyum summarið 1789.
Hetta árið var matematikarin og stjørnufrøðingurin John Baine við á norðhavsferðini hjá John Stanley, sum sigldi úr Skotlandi várið í 1789 og vendi aftur um heystið.
- Eygleiðingarnar hjá John Baine vísa ein serligan áhuga fyri teirri undirliggjandi orkuni í myndevninum og fáa okkum at hugsa um tekningina í sær sjálvum og lyndi hennara til at fevna bæði hvørkisliga kunning, eygleiðing og passionerað útlát, siga tey í Steinprenti
- Hesar tekningar hava ein serstakan samtíðarligan dám og tykjast í størri mun sipa til tekning í 21.øld enn til tekningar í 18.øld.
Hetta hevur givið íslendsku listakvinnuni, Thóru Sigurðardóttir, hugskotið til framsýningina, Tekning – gjøgnum tíð og tøkni, og at seta tekningar hjá Baine saman við tekningum frá norðurlendskum samtíðarlistafólkum.
- Úrslitið er ein áhugaverd, vøkur og fjølbroytt listaframsýning við tekningum, fotomyndum, koparprentum og málningum. - Men í øllum verkunum hjá Per Kirkeby, Onnu Guðjónsdóttir, John Baine og Thóru Sigurðardóttir á framsýningini, er tað strikan og tekningin, sum er miðdepilin, siga tey í Steinprenti.
|