Í dag er Mentanarnátt í Tórshavn, har nógv mentanarlig og tónlistarlig tilboð eru um allan býin. Í Öström verður eitt tiltakið við framsýningum og livandi tónleiki.
Klokkan 15.00 23.00 verður framsýning við videoinnstalasjónum, skulpturum og fotolist. Framsýningin ber heitið Útlendingur.
Frá 17.00 23.00 verður framsýning við Duritu Hansen og Harriet Poulsen Vágadal.
Klokkan 21.00 framførir Rútmiska kórið í Hoydølum. Klokkan 21.30 framførir kórið Xperiment, sum er undir leiðslu av Sigrið Sivertsen, sum er vorðin vælkend í Føroyum seinastu tíðina við nýggju útgávuni av lagnum Lívsmynd hjá Frændum.
Klokkan 22.00 verður livandi tónleikur við Reverb, sum er mannaður við Elsu Jónsdóttir Johansen, Jenny Kragesteen, Annu Mariu Wraae og Ólavur Skipagøta.
Tú kanst lesa meira um tiltøkini í Öström á Facebook síðuni her:










