Forkunnug konsert í Løkshøll

Tríggir trubadurar fara at framføra løg hjá Hans Jacob Højgaard Kári Sverrisson, Hjalti Joensen og Arni Carlsen fara at spæla løg hjá tí stóra fólkatónaskaldinum, Hans Jacob Højgaard í Løkshøll í kvøld.

 

Talan verður um nýggjar instrumentalar útsetingar.

 

Arni Carlsen segði við Rás2 fríggjadagin, at tað hevur ein spennandi verkætlan at fáa Hjalta Joensen og Kára Sverrisson at spæla saman til eina konsert. Trubadurarnir hava hvør í sínum lagi altíð havt ein stóran tokka til løgini hjá Hans Jacob Højgaard, og er tað við eyðmýkt og hávirðing at teir fara undir hesa serligu tónlistarligu verkætlanina.

 

Konsertin í Løkshøll byrjar klokkan 18 í kvøld