Forkunnug bók um veðrið

Tað gjørdist Hanus Kjølbro sum fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bókina Veðurlæra

 

Í grundgevinginini segði dómsnevndin millum annað:

At duga at skyna á veðri og sjóvarfalli hevur í øldir verið avgerandi fyri lív og trivnað í Føroyum, og neyv vitan á hesum øki hevur altíð verið høgt í metum. Við "Veðurlæru" hevur Hanus givið øllum føroyingum ein góðan møguleika at læra um øll hesi viðurskifti á greiðum og góðum føroyskum máli og við frálíkum heimligum myndum og sigandi tekningum.

Umframt at greiða frá veðri og havi við Føroyar greiðir Hanus okkum eisini frá veður- og havviðurskiftum aðrastaðni, líka frá pólísinum til tropisku ódnirnar og frá uttasta lagnum á hválvinum niður til djúpastu havstreymar.