Forkelaðir spælarar

Forsetin í Real Madrid legði nakað óvæntað frá sær fyrst í hesi vikuni, og á tíðindafundi segði Florentino Pérez, at tað var helst ein orsøk til, at tað ikki hevur gingið eftir vild í Real Madrid seinastu tvey árini.
 Nakrir av spælarunum eru forvirraðir, og eg havi ikki klárað at leitt teir. Eg havi forkelað teir sum ein pápi, sum gevur sínum børnum alt, tey ynskja sær. Nú mugu síggja, um onkur annar megnar tað, sum eg ikki megnaði, segði Florentino Pérez.