Forkastiligt

LOKALPOLITIKKUR – Borgarstjórin í Havn sigur, at famferðin hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum er forkastilig

- Hetta er forkastiligt!
Tað er fyrsta viðmerkingin, sum kemur borgarstjóranum í Havn til hugs, tá ið vit fortelja honum, at ætlanin um at byggja íbúðir til sinnisveik í Havn nú er slept og at íbúðirnar skulu byggjast í Sandavági ístaðin.
Heðin Mortensen staðfestir, at tað kann ikki vera viðgerðin í Tórshavnar Býráði, sum er veruliga orsøkin til, at bygingin nú verður flutt til Sandavágs.
- Tað er forkastiligt, at hon enntá skrivar svart á hvítum í sjálvt lógaruppskotið, hon ætlar at leggja fyri Løgtingið í næstum, at Tórshavnar Býráð hevur sett so harðar treytir, at tað hevur forkomið ætlanini.
Rósa Samuelsen sigur annars, at Tórshavnar Kommuna setti so harðar treytir fyri at lata byggiloyvi, at tað hevði seinkað ætlanini munandi.
Hon sigur, at tað er orsøkin til, at hon nú sleppur ætlanini um at byggja íbúðir til sinnisveik í Havn, men flytir byggingina til Sandavágs ístaðin.

Hoyrdu onki
Heðin Mortensen sigur, at seinastu ferð, Býráðið frætti frá Almannamálaráðnum var ein fundur, sum var ímillum partarnar 29. juni í ár.
- Á tí fundinum bað Almannamálaráðið okkum bíða við arbeiðnum at projektera atkomuvegir til stykkið, til Almannamálaráðið hevði viðgjørt spurningin innanhýsis. Tá ið tann viðgerðin hevði verið, skuldi Tórshavar Býráð frætta aftur frá Almannamálaráðnum, sigur Heðin Mortensen.
- Veruleikin er, at síðani hava vit hvørki hoyrt orð ella eið aftur úr Almannamálaráðnum, fyrrenn nú, tað frættist, at hon hevur strikað ætlanina, tí vit skulu hava seinkað henni so illa, at byggingin í Havn hevði verðið skotin langt út í framtíðina.
Borgarstjórin í Havn sigur, at hetta er beinleiðis ósatt.
- Bólturin hevur ligið í Almannamálaráðnum síðani 29. juni í ár, men Rósa Samuelsen hevur ongantíð spælt hann víðari.
- Tað er einasta orsøkin til, at onki hendir í málinum, leggur Heðin Mortensen afturat.

Vístu ongan vilja
Heðin Mortensen sigur, at veruleikin er, at Almannamálaráðið hevur onga endaliga umsókn og projekttilfar sent kommununi sum kann nytast til at geva endaligt byggiloyvi.
Hann staðfestir kortini, at Almannamálaráðið og Tórshavnar býráð hava viðgjørt ætlanina í eina tíð.
- Undir hesi viðgerðini hevur Tórshavnar Kommuna víst á, at fyri at kunna projektera og gera atkomuvegir, mugu vit hava eina heildarætlan fyri stykkið, tí virksemið, sum skal vera á tí, verður avgerðandi fyri, hvussu nógv ferðslan verður og sostatt eisini, hvussu vegirnir skulu vera.
- Tað einasta, Vit hava biðið um, er, at landsstýrið hevur eina yvirskipaða langtíðarætlan fyri hetta stóra økið, tí tað er avgerðandi fyri, hvussu ferðsluviðurskiftini verða loyst.
Borgarstjórin í Havn sigur, at trupuleikin er, at Landsstýrið er ongantíð komið við eini heildarætlan fyri hetta stykkið.
Men gjøgnum árini eru umsóknir komnar um ymsar byggingar á lítlum pørtum av stykkinum.
- Hjá okkum í Tórshavnar Býráðið er trupuleikin, at landsstýrið hevur arbeitt við ymsum byggiætlanum, uttan nakra sum helst heildarætlan fyri hetta stóra stykkið mitt í býnum.
- Samstundis hevur landsstýrið ikki víst nakran sum helst vilja til at loysa ferðsluviðurskiftini til og frá stykkinum.
Og, hvussu tey skulu vera, er sjálvandi treytað av tí virksemi, sum skal vera verða á stykkinum.
- Tað gera vit hvørja ferð talan er um at byggja á stórum stykkjum, tí tað er avgerðandi fyri at fáa ferðsluna at ganga og eisini fyri ferðslutrygdina.
Heðin Mortensen sigur, at kommunan hevur ikki sett Almannamálaráðnum strangari treytir her, enn Landsverk, sum er vegamyndugleikin hja landinum, setir øllum øðrum, sum vilja brúka størri stykki til útstykking ella bygging.
- Tað er heldur ikki vanligt at kommunan fer inn á ein stykki, sum onnur eiga, at gera vegir fyri eigaran, sigur Heðin Mortensen.

Seinasta orðið er ikki sagt
- Hetta má halda uppat.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn sigur, at hann hevur ikki orð fyri, hvussu langt úti hann heldur avgerðin er um at flyta íbúðirnar til sinnisveik úr Havn til Sandavágs.
- Eg haldi, at ein slík íbúðarbygging eigur at vera beint við psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum.
Hann skilir ikki, hví ætlanin skal flytast. Og hann skilir so slett ikki, at Rósa Samuelsen flytir íbúðirnar til Sandavág, sum er hennara egna heimbygd.
- Eg dugi so ikki at síggja nakra sakliga grundgeving fyri, hví tað skal byggjast akkurát í Sandavági, sigur hann.
- Orsøkin til hetta kann bara vera, at Landsstýriskvinnan vil lívga sínum egna øki og so leggur hon onki í, at ein ein góð ætlan verður smildrað sundir á vegnum.
Heðin Mortensen sigur, at hetta er bert eitt dømi afturat um, at politikarar ikki fýra fyri at smildra vælvirkandi stovnar og góðar ætlanir sundur fyri at lívga sínum egna politiska heimabeiti.
- Fáa samgongufelagarnir hjá Rósu Samuelsen ikki eyguni upp fyri hesum, hava vit ein stóran trupulleika.
- Høvuðsendamálið er ikki at fáa vælvirkandi stovnar. Høvuðsendamálið er, at tað má bara ikki vera í Havn, heldur hann.
Heðin Mortensen ger eisini púra greitt, at enn er seinasta orðið ikki sagt í hesum máli.
- Hvørki eg, ella Tórshavnar Býráð, fara at seta seg hendur í favn og lata hetta fara aftur við borðinum.
Hann sigur, at málið fer nú at vera viðgjørt í Býráðnum og tað verður eisini tikið upp til viðgerðar í Kommunusamskipan Føroya.
Les eisini greinina: Rósa flytir 16 millónir úr Havn