Forkanningar verða gjørdar at fáa KT-skipan heimaftur

Ruth Vang, Framsókn, spurdi landsstýrismannin í vinnuvmálum, hvusu langt hetta mál er komið

Hendan samgongan hevur fleiri ferðir meldað greitt út, at hon vil virka fyri, at fáa KT-skipanirnar hjá peningastovnunum heimaftur til fØROYAR.

 

Poul Michelsen, landsstýriamður við vinnumálum, segði, at í løtuni verður ein forkanning gjørd har fyrimunir og vansar verða lýstir við at taka hetta heimaftur. Forkanningarnar  ganga eftir ætlan.

 

-Meldingarnar í tinginum um hetta mál hava veirð ymiskar, men eg má eisini siga, at tað sum peningastovnarnir hava sagt, ikki altíð er í samsvar við tað, sum vit fáa at vita aðrastaðni, segði Poul Michelsen,