Forkanningar til Suðuroyartunnilin byrjaðar

Arbeiðið við at gera forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin er sett í gongd.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í svari til grein 52a fyrispurning frá Bjarna Hammer.

Tingmaðurin fyri javnaðarflokkin vildi vita, hvørt forkanningarnar til Suðuroyartunnilin vóru farnar í gongd, og byrjað er upp á arbeiðið, sigur Jørgen Niclasen.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað mesta av arbeiðinum verður gjørt í summar, har millum annað seismiskar kanningar verða gjørdar. Eftir summarferiuna verða eisini gjørd borihol, har jarðfrøðin verður kannað.

– Nakrar kanningar í sambandi við tunnilin eru gjørdar í 2018 og 2019. Aðrar verða gjørdar í ár og 2021. Ymiskir møguleikar eru kannaðir viðvíkjandi linjuføring. Jarðfeingi hevur gjørt eitt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava eitt haldgott grundarlag fyri at fara undir verkætlanina, sigur Jørgen Niclasen.

Jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar á landi. Harafturat eru mátingar gjørdar av havbotninum allan vegin millum Sandoy og Skúvoy umframt sunnanfyri Skúvoy og norðanfyri Suðuroy.

Eisini vildi Bjarni Hammer vita, hvussu fyrireikingarnar verða skipaðar, og hvør tíðarætlanin er í sambandi við forkanningarnar.

Landsverk stendur fyri kanningunum og hevur ábyrgd av játtanini og tí vegatekniska partinum, sigur landsstýrismaðurin, og Jarðfeingi bæði ráðgevur við tí jarðfrøðiliga partinum og stendur fyri at gera nakrar av sjálvum kanningunum, sum verða gjørdar.

– Ætlanin er at gera tær seismisku kanningarnar millum 13 og 15 juli við Magnus Heinason. Í løtuni er arbeiðið at gera jarðfrøðilig borihol í útboði, og eftir ætlan verða hesi arbeiðini gjørd eftir summarferiuna.