Landsverk er í løtuni í ferð við at gera forkanningar í samband við at ein nýggj samferðsluhavn møguliga skal gerast á staðnum teir kalla Yviri í Havn.
Hetta seinasta árið hava teir kannað streym- og alduviðurskiftini á staðnum, og í summar eru gjørdar dýpdarmátingar.
Nú verður so farið undir tær numerisku simuleringarnar, og síðani skulu forprosjektið og tilmælið gerast liðugt í november mánaði.









