Richard Danielsen
---
Í Matt. 27. kapitli lesa vit hetta:
Um níggjunda tíman rópti Jesus við harðari rødd: "Eli, Eli! Lama sabaktani?" - Tað er: "Gud Mín, Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?" v.46
Men Jesus rópti aftur við harðari rødd og gav upp andan. Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum; jørðin skalv, og klettarnir klovnaðu; v.50-51.
Í 2. Mósebók kapitli 26 stendur:
Síðani skalt tú gera forhang av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað skal verða gjørt í listvevnaði, við kerúbum á. Tað skalt tú heingja á 4 gullklæddar stólpar av akasiuviði við gullkrókum á, og sum standa á 4 silvurstøbbum. So skalt tú heingja forhangið undir krókarnar. Innan fyri forhangið skalt tú seta vitnisburðarørkina, og forhangið skal vera tykkum til at skilja millum hitt heilaga og hitt alraheilagasta. V. 31-33
Í Mósebókunum lesa vit um heilagleika Guds. Lógin varð jú givin fyri at vísa okkum krøv Guds, tey eru ómetaliga strong. Gud hevur altíð vita, at menniskja kann ikki frelsast við lóg, tað var ikki tí, at hann gav jødunum lógina, hann visti, at teir vóru ikki førir fyri at halda hana. Men lógin vísir okkum strongu krøv Guds. Forskriftirnar um hvussu ísraelsmenn skuldu fara at í tabernaklinum, sum Móses reisti í oyðimørkini, og seinni í templinum, vísa okkum ómetaliga heilagleika Guds. Í 4. Mósebók 4. kapitli lesa vit um, hvussu farast skuldi at, tá ið tabernaklið skuldi flytast. Tá skuldu nakrir útvaldir menn, Kahatitar, ein ætt av ætt Levi, bera teir heiløgu lutirnar, men teir máttu ikki nema teir heiløgu lutirnar, heldur ikki hyggja at teimum. Prestarnir skuldu breiða útyvir alt, áðrenn Kahatitarnir komu at bera.
Gud opinberaði seg fyri Mósesi í tí alraheilagasta innan fyri forhangið. Inn hagar mátti ongin fara uttan høvuðspresturin einaferð um árið. Hetta vísir okkum, at vegurin til Gud er stongdur. Tað er ikki so, at vit fara soleiðis uttan víðari til hvíldar inn til Gud, tá ið vit doyggja. Jesus segði við Nikodemus, ein lærara í gudfrøði: ”Tit mugu føðast av nýggjum!” Syndin má fáast av vegnum, áðrenn vit kunnu nærkast Gudi.
Tað er tí so undurfult og talandi, at forhangið í templinum skrædnar, tá ið Jesus doyr á krossinum fyri alla synd heimsins. Hetta var ein ræðulig løta fyri Harra og Frelsara okkara. Aftaná at verða píndur niður til evsta mark bæði likamliga og sálarliga upplivir Jesus, at Faðirin í Himli vendir sær burtur frá honum, og hann rópar hetta ræðuliga róp: Gud Mín. Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær?
Eg nevndi, at syndin mátti fáast av vegnum. Tað er tað, sum hendir á krossinum, tá ið Jesus doyr. Bíblian sigur okkum allan vegin ígjøgnum frá um syndina. Serliga sterkt kemur tað fram í Esaias 24. kapitli, har vit lesa um dómin yvir jørðina, tað er álvarsamt at lesa. Tað stendur at enda,at jørðin skal sløðra sum hin drukni, at hon skal geva seg eins og vaktaraskýli. Hví? Jú, tí tungt liggur misbrot hennara á henni. Jóhannes sigur í fyrsta brævi sínum, at Jesus er bót fyri alla synd heimsins. Allur hesin ræðuligi dómur lá á Harranum Jesusi hesa løtuna á krossinum.
Vit síggja kanska onga aðrastaðni evangeliið so væl lýst sum hjá evangelistunum, tá ið teir siga frá krossfestingini og løtuni á krossinum. Lukas sigur, at annar ránsmaðurin kallar á Jesus, og Jesus gevur honum lyfti um, at teir skulu verða saman í Paradísi um eina løtu. Eftir hetta kemur myrkur yvir landið, og eisini kemur eitt ræðuligt myrkur yvir sál Harrans Jesusar. Hann, sum hevur lovað ránsmanninum, at teir skulu síggjast í Paradísi, missir nu sambandið við Gud og Himmalin, og Markus sigur okkum, at Jesus rópar hetta angistróp:”Gud Mín, Gud Mín! Hví ert tú farin frá mær?” Her kemur evangeliið so væl fram. Ein ránsmaður hongur har við djúpasta friði í hjartanum, meðan Frelsarin fer niður í eitt botnleyst myrkur fyri hann og okkum øll. Men áðrenn Jesus gevur upp andan, klárnar aftur fyri honum, hann sær nú skilliga, at verkið, sum hann var komin til jarðar at gera fyri okkum, er gjørt, og Jóhannes sigur, at hann rópar hetta sigursrópið: ”Tað er fullgjørt!” Nú skrædnar forhangið frá í erva og líka niður ígjøgnum, tað vísir, at nú er ein opin vegur inn til Gud..
Paulus sigur í 2. Korintbr. 5. kapitli, at: ”Í Kristusi samdi Gud heimin við seg sjálvan og tilroknar teimum ikki syndirnar. Øll heimsins synd varð tikin burtur, eisini mín og tín, sum lesur hetta. Paulus sigur víðari: ”Vit er tá sendiboð í stað Kristusar… :”Verði sátt við Gud!”” Hetta ljóðar sum ein mótsøgn, men tað er tað ikki. Herí liggur tað, at takast má ímóti frelsuni. Hon er tín, ein gáva keypt dýrt við blóði Kristusar, men vilt tú ikki taka ímóti henni, so er hon ikki tín allíkavæl. Hebr. br. sigur: “Hvussu skulu vit tá sleppa undan, um vit skoyta ikki um so stóra frelsu!” Heb. 2,3.
Vilt tú taka ímóti hesi frelsu?