Petur Magnussen
pensionistur
Sandavági
Føroyskir politikarar geva vinum og kenningum fólksins ognir sum persónligar gávur. Og talan er um milliónir av krónum. Tá so fáast skal inn aftur í landskassan, verður rokningin send pensionistum og barnafamiljum.
Undan hvørjum vali standa hesi politikarar og rópa upp um, at fiskurin, sum svimur á grunnum okkara, er fólksins ogn. Allir føroyigar eiga hann.
Men hesir somu politikarar eru skjótir at lata hann fara til ávísar útvaldar kenningar, sum fáa hesa fólksins ogn stungnað niður í sínar privatu lummar at gera við, akkurát sum teir vilja. Og politikararnir skammast ikki.
Teir skammast heldur ikki við at leggjast á kroppin á pensionistum og barnafamiljum at pína hesi við avgjøldum á bæði líkt og ólíkt, tá pengar mangla í.
Heldur skuldi tað verið soleiðis, at tá fiskiloyvi vórðu latin, skuldu tey verið latin skipinum heldur enn persóninum. Og tá skipið varð selt, skuldi loyvi farið aftur í ein fiskidagabanka.
Men fyri at fáa hesar krónurnar, sum mangla í hjá politikarunum, áttu tey skipini, sum fáa fiskiloyvini, eisini at fingið álagt eitt avgjald av søluni. Kanska eitt prosent ella so. Har eru pengar at tjena. Nógvar milliónir at fylla í ymsu holini, sum altíð eru.










