Forelskaður sjónleikari vitjar Mouldi

Finnur Jensen , annar forsangari í væl umtókta bólkinum Páll Finnur Páll, spælir á Manhattan leygarkvøldið. Við planet.fo sigur Finnur, at hann ætlar sær at spæla kærleiksløg, millum annað fleiri spildur nýggj løg, ið hann hevur skrivað seinastu tíðina, meðan hann hevur verið staddur í Århus.

Umframt nýggju løgini, verða eisini nógv onnur heimasmíðaði løg, føroyskir slagarar og útlendskir evergreens á skránni.
 
Bólkurin Páll Finnur Páll hevur verið sera virkin í Føroyum, eftir at seinna fløgan, Førist, kom út í summar.
 
Men leygarkvøldið á Manhattan spælir 23 ára gamli <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Finnur Jensen&quot;$?$end$!$Finnur Jensen</st1:PersonName$?$end$!$, einsamallur. Við sær hevur hann sína rødd og ein kassagittar. Talan verður sostatt um eitt lutfalsliga hugnaligt og róligt tónleikakvøld, ið borðreitt verður við á Manhattan.<BR> <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Finnur Jensen&quot;$?$end$!$Finnur Jensen</st1:PersonName$?$end$!$ er mest kendur fyri størsta føroyska hittlagið í nýggari tíð, Forelskaður Sjónleikari, lagið eigur metið á 15