Leygarkvøldið 2. oktober verða Forelskaður sjónleikari og allir hinir fittu og fúlu sangirnir at hoyra í Århus
Leygarkvøldið 2. oktober verður tann árliga pisuveitslan fyriskipað í Århus. Tað er Føroyingafelagið í býnum sum á hvørjum ári heldur hesa veitslu. Veitslan er ætlað sum eitt tiltak fyri at bjóða nýggjum fólki vælkomnum til býin og hjá yngri og eldri føroyingum í Århus at hittast. Men í ár verður nakað serligt gjørt burturúr. Tað hevur eydnast føroyingafe-lagnum at fáa Finn Jen-sen, forsangara í Páll Finnur Páll, at koma til Århus at spæla. Leygarkvøldið 2. oktober fer hann at spæla saman við Ronni Poulsen og Jóan Petur á Stongunum. Teir koma allir tríggir úr Føroyum til Danmarkar í hesum ørindunum. Teir tríggir hava drúgvar royndir at spæla saman ymstaðni í Føroyum, men hetta er fyrstu ferð, at For-elskaður sjónleikari og hinir sangirnir eru at hoyra uttan fyri Før-oyar.
? Vit ætla okkum at spæla Páll Finnur Páll tilfar - fitt sum fúlt - og so nøkur góð løg afturat, sigur Finnur Jen-sen.
Hølini hjá føroyingunum í næststørsta danska býnum eru ikki tey størstu, og tískil er avmarkað, hvussu nógv fólk sleppa inn. Atgongumerki fáast til keyps í hølunum hjá føroyingafelagnum. Fyri limir og pisur er kostnaðurin 100 krónur fyri borðhald og tónleik aftaná. Atgongumerki bert til tónleikin kunnu keyp-ast við dyrnar eftir borðhaldið.
Føroyingafelagið í Århus heldur til í Vestergade 48d. Heimasíða: www.aarstova.dk
Stuðlað tiltakinum hava Atlantic Airways og Føroya Sparikassi.










