Hvør annar sær nakað vakurt í gomlum hjallum, tyngdum húsatekjum og rustaðum zinkgalvum. Hjá Rasmuss Rasmussen loypa hesar myndir beint inn á ljóstalvuna og hann sær motivir allastaðni har hann ferðast. Og tað sum RAsmuss leggur til merkis er als ikki privat, tí av og á sýnir hann fram sínar eygleiðingar. Og tað er júst tað sum hendir í komandi viku, tá ein framsýning letir upp á Torginum í SMS.
Myndirnar eru í pappísrklippi og eru úr øllum landinum. At Rasmuss er forelskaður í grannaløgum gongur tíðuliga fram á myndunum. Og tað eru ikki bara serlig grannaløg hann teknar. Hann sær meira enn tey flestu og gjørgnum grønu brillurnar ger hann okkum eisini vart við tað sum veksur og at føroyingar hava nógv grønari fingrar, enn hvat ein skuldi trúð.
Framsýningin á torginum gevur eisini møguleika fyri at práta við listarmannin. Sum ein rættur Restorffari, so er hann heldur ikki skorin fyri tungubandinum og tað kann gott henda, at hann finnir upp á at fortelja eina vittigheit, sum eisini kann vera skemtilig.
Framsýningin er opin komandi vikuna










